Umleið 60 milliónir krónur í bundnari uppsparing verða leysgivnar 1. juli. Talan er um sonevndu samansparingina til sethúsabygging, sum landskassin hevur stuðlað við 3% í árligum rentustuðli Føroysku peningastovnarnir hava í mong ár havt eitt tilboð til kundar sínar, sum kallast »Samansparing til sethúsabygging«.
Hesar samansparingarkonturnar hava umframt rentuna frá peningastovnunum eisini fingið 3% í árligum rentustuðli úr landskassanum. Fyria t fáa rentustuðulin úr landskassanum, bant kundin seg til at samansparingin varð nýtt til endamálið. Hetta varð gjørt við skrivligari avtalu, tá kontan varð stovnað.
Varð samansparingin ikki brúkt til endamálið, skuldi søkkjast skrivliga um at fáa samansparingina leysgivna. Varð samansparingin leysgivin til annað endamál ella ikki brúkt til endamálið innan 8 ár, skuldi rentustuðulin gjaldast aftur til landskassan.
Skipanin við rentustuðli úr landskassanum til samansparing til sethúsabygging fer úr gildi 1. juli í ár. Tað merkir, at tær umleið 60 milliónirnar, sum standa bundnar í hesi samansparing, samstundis verða leysgivnar treytaleyst.
Við at strika skipanina fer landskassin at spara umleið 1,7 milliónir krónur um árið. Sparingin í ár verður tí umleið 850.000 krónur, og hon er brúkt sum eitt íkast til at fáa seinastu eykajáttanina útreiðsluneutrala, har millum annað ein millión krónur eyka skuldi brúkast til koppseting móti krabba í lívmóðurhálsinum.









