Um vikuskiftið vórðu Framskundaðu Skattauppgerðirnar fyri 2011 gjørdar, og í hesi vikuni verða allar uppgerðirnar sendar út.
Tað boðar TAKS frá.
Sambært uppgerðunum hava 2.467 skattgjaldarar írestandi skatt, og samlaða upphæddin av írestandi skatti er 5.670.620 kr.
15.796 skattgjaldarar hava avlopsskatt, og samlaða upphæddin av avlopsskatti er 59.248.956 kr.
Hjá 19.727 skattgjaldarum passaði skatturin, sum teir høvdu goldið í 2011, við endaligu útrokningina av skattinum fyri árið.
Er avlopsskatturin minni enn 25 kr. verður hann ikki útgoldin, eins og írestandi skattur á minni enn 100 kr. ikki verður kravdur.
5.603 skattgjaldarar fáa ikki Framskundaða Skattauppgerð sendandi, men í staðin Sjálvuppgávu 2011. Sjálvuppgávan skal fyllast út og latast inn, og síðani verður skattauppgerð hjá hesum gjørd.
Skattgjaldarar, sum fáa Framskundaða Skattauppgerð sendandi, skulu kanna, um hendan er røtt. Eru feilir í uppgerðini, ella eru upphæddir ikki við, so skal ein lata Sjálvuppgávu inn við røttu upplýsingunum og upphæddunum. Lættast og skjótast er at lata Sjálvuppgávu inn við eSkatt.