60 km/t á Ringvegnum

Stendur tað til tekniskunevnd hjá Tórshavnar býráð kann skjótt koyrast 60 km/t á ringvegnum í Havn. Leiðarin fyri Ráðið fyri ferðslutrygd ávarar ímóti ætlanunum

FERÐSLA

Á ringvegnum í Havn er ferðhámarkið 50 km. um tíman. Hetta er sama hámarkið, sum er galdandiá á fjølbygdum øki allastaðni í Føroyum. Uttanfyri fjølbygt øki er hámarkið 80 km/t. Ymisk støð er sjálvandi aðrar serásetingar galdandi, men talan er ongantíð um, at markið í fjølbygdum øki fer upp um 50 km/t og uttanfyri fjølbygt øki omanfyri 80 km/t.
Stendur tað til Tórshavnar býráð, so verður hetta ikki soleiðis leingi afturat. Á fundi týskvøldið samtykti nevndin nevnliga einmælt at áseta hámarksferðina á ringvegnum í Havn til 60 km. fyri hvønn koyrdan tíma. Limirnir í nevndini eru hesir: Sjúrður Olsen, form., Schumann Hjaltalin, Høgni Mikkelsen, Jákup Suni Joensen og Leivur Hansen.
Tekniskanevnd hjá Tórshavnar býráð kann tó ikki soleiðis uttanvíðari seta hetta í gildi, og nevndin hevur tí sent eina áheitan til fyrst Ferðslunevndina hjá Tórshavnar kommunu Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er limirnir í Ferðslunevndini: Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, og Jón Klein Olsen, varaleiðari hjá løgregluni. Síðani verður tað landsstýrið, ið fær áheitanina. Tað er Landsstýrið, sum tekur endaliga støðu í málinum.
Sambært ásetingunum í galdandi ferðslulóg, so ber til hjá landsstýrinum við einari kunngerð at loyva hægri hámarksferð á ávísum vegastrekkkjum.
?Vit hava fingið nógvar áheitanir um at loyva hægri ferð á ringvegnum. Samstundis mugu vit eisini ásanna, at fólk koyra skjótari enn 50 km/t sum er, sigur Sjúrður Olsen, foirmaður fyri Tekniskunevnd hjá Tórshavnar býráð.
Hann vísir eisini á, at endamálið við ringvegnum er leiða ferðsluna út um býin, og hetta hevur eisini eydnast. Somuleiðis vísir hann á, at talan er um góðar vegir, sum kunnu klára eina hægri hámarksferð.
Nevnast skal, at verður hámarksferðin økt til 60 km/t, so fer hetta ikki at fevna um lastbilar, bussar og onnur størri akfør.
Sjúrður Olsen sigur, at ætlanin er, at hámarksferðin skal ásetast til 60 km/t eftir øllum ringvegnum. Vegurin gongur allavegin frá Velbastaðvegnum til Úti við Strond. Endaliga ásetingarnar ? um loyvið verður givið - eru tó ikki ásettar enn.

Ber ikki til
?Í prinsippinum haldi eg, at hetta er eitt fínt hugskot, men so mugu vegirnir eisini vera til endamálið, og tað eru teir bert í ein ávísan mun sum er, sigur Jón Kragesteen, leiðari fyri Ráðið fyri ferðslutrygd.
Jón Kragesteen hevur sum so ikki hoyrt nakað um ætlanirnar hjá býráðnum í Havn. Hann vísur á, at sjálvt Ráðið fyri ferðslutrygd ikki hevur viðgjørt málið, og útsagnirnar hjá honum eru hansara egnu.
?Endamálið við einum ringvegi er at fáa ferðsluna út úr býnum, og tað skulu eisini vera fyrimunir við at koyra eftir ringvegnum, sigur Jón Kragesteen.
Trupulleikin í hesum førinum er bert tann, at tað eru nøkur kriterii, sum eiga at verða uppfylgd, áðrenn loyvast kann ein hægri hámarksferð. Hesi heldur leiðarin fyri Ferðslutrygd ikki verða uppfylgd til fulnar í hesum førinum.
?Hyggja vit eftir ringvegnum í Havn, so er tað bert í einum avmarkaðum vegastrekki, at ongar útkoyringar eru. Hetta er ein fortreyt fyri einum rættiligum ringvegi, har loyvt skal vera at koyra skjótari. Harumframt ganga fólk yvirum vegin á fleiri støðum, og har ber ikki til at seta ferðina upp ? heldur tvørturímóti, sigur Jón Kragesteen.
Hann nevnir harmumframt, at fleiri staðni koma vegir saman, og ein ferðøkin økir bara um vandan tá.
?Eg veit væl, at fólk longu nú koyra 60 km/t. Vit kunnu eisini ímynda okkum, hvussu nógv skjótari fólk fara at koyra, um miðalferðin kann vera 60 km/t, sigur Jón Kragesteen.
?Við verandi vegum dugi eg ikki at síggja, hvussu tað skal kunnu bera til forsvarligt at økja um hámarksferðina, sigur Jón Kragesteen.