60 kilo av fløgum til Íslands

Tá Gissur Patursson fór við flogfarinum til Ísland at luttaka á AME-Reykjavík hevði hann 60 kilo av føroyskum fløgum við sær. Fløgur, ið skulu tryggja, at føroyskar tónleikur er umboðaðar í mest týdningarmiklu fløgusøvnunum í Íslandi. Við sær hevði Gissur 3 søvn, tað størsta og mest kompletta er tað, ið verður latið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2.

 

- Vit hoyra frá fólki, at tey bara fáa onkran tilvildarligan føroyskan tónleik, tá tey spyrja um eitt føroyskt lag. Umberingin er, at tað ikki finnist í plátusavninum, sigur Gissur, ið er stigtakari til hetta átaki føroyskum tónleiki á frama. Gissur umboðar Framleiðslufelagið fyri føroyskan tónleik ? t. e. føroyska Gramex-deildin, og gávan verður stuðlað av EIK og Expert.

 

Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki er ábyrgdin hjá Gramex at tryggja, at plátusøvnini hjá útvarpsstøðum eru komplett, men nú verður henda roynd gjørd.

- Talvan verður vaskað rein, og søvnini verða komplett. So taka við sjálvandi upplýsingar heim við okkum, um hvar føroyskir bólkar í framtíðini kunnu senda sínar útgávur, sigur Gissur.

 

Umframt savnið til Ríkisútvarpið hevur Gissur eitt savn av øllum føroyskum kristiligum tónleiki, ið hann í morgin fer til kristiligu íslendsku útvarpsrásina Lindina við.

 

Triðja savnið er eisini umfatandi við nógvum ymiskum føroyskum tónleiki. Hetta verður givið Arnari Eggerti Thoroddsen, ið er blað- og útvarpsmaður. Arnar, ið hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir bæði í sambandi við Prix Føroyar og í sambandi við GBOB, er ein av mest virdu tónleikarummælarum í Íslandi og ein sera vælumtóktur útvarpsvertur.

 

Hann fer komandi mánaðirnar at venda sínum sjóneyku móti føroyskum tónleiki, og skrivað um og spæla føroysk verk.