60 ára framsýning við Elini Josefinu Smith

Ein av okkara mest serstøku og egnu listakvinnum fyllir 60 ár og hevur í hesum sambandi framsýning í Gallarí Havnará.

Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við verkum frá hennara yrkisleið, bæði eldri verk og nøkur nýggj, málningar, tekningar, akvarellir, leirlist og hondarbeiði. Einki annað føroyskt listafólk megnar sum Elin, at fevna tí villa og grefliga í síni list.

 

Hennara málningar og tekningar krevja av tær sum áskoðara, at tú tekur støðu til tað, ið tú sært. Listin er figurativ, tó uttan at vera natúralistisk. Motivini eru ofta persónlig og gerandiskend, og lýsa alt frá kvinnukroppinum, við allari síni herligheit og ófullkomleika, til blómuvasan, hundin Bob ella tíkina Rosinu og víðari tey fólk, ið hon hevur hittt á síni leið.

 

Motivini vera altíð lýst uttan at pakka nakað inn og uttan at pynta tað. Hetta gevur listini hjá Elini ein ráa erligheit.

 

Elin hevur búð í Danamak síðan 1997 har hon eisini hevur gingið á listaskúla. Nú hon rundar tey 60 árini, hevur hon luttikið á yvir 160 listaframsýningum bæði í Danmark og her heima, sum einstaklingur og á felagsframsýningum.

 

Fernisering er fríggjadagin 4. oktober kl. 16.00 og framsýningin er opin til og við 10. oktober, hvønn dag frá kl. 16-18.