Leygarkvøldið verður dansur við vágabólkum, sum vóru í velmaktini í 60?unum. Hesuferð verða bólkarnir Teenagers úr Sandavági, The Faroe Star úr Miðvági og The No Beats úr Sørvági
Hetta er fimtu ferð, at tiltakið verður fyriskipað í Vágum, og hevur tiltakið verið stak væl vitja hvørju ferð. Serliga hugaligt var seinast tá hópur av avoyggjafólkið vitjaði tiltakið.
Sum nakað serstakt hava fyrireikararnir hesuferð valt at prýða húsið við lýsingum frá virkjum og handlum í oynni. Nógv er gjørt burturúr og summar av lýsingunum verða heilt vist ikki gloymdar í bræði. Eisini eru einstakar gamlar myndir úr Sørvági, ivaleyst evni til prát ímillum dansirnar.
SÍ-stuðlar skipa fyri tiltakinum leygarkvøldið.