Russar í túsundatali gingu í gjár stuðulsgongu í fleiri russiskum býum til frama fyri Vladimir Putin, forsætisráðharra. Sambært løgregluni vóru umleið 60.000 fólk í stuðulsgonguni í St. Pætursborg, haðani Putin er ættaður. Tilsvarandi tiltøk vóru í Volgograd, Nizjnij Novgorod, Novosibirsk og í Vladivostok eysturi við Kyrrahavið. Allastaðni róstu fólk Putin og eggjaðu sínum landsmonnum til at velja hann til forseta í næsta mánað.
Flokkurin hjá Putin fer at skipa fyri einum stórum valátaki í Moskva tann 23. februar, og sambært fjølmiðlunum vóna fyrireikararnir, at umleið 200.000 fólk fara at luttaka.
Andstøðan fer eisini at skipa fyri einum valátaki. Tað verður í Moskva tann 26. februar.
Russiska forsetavalið verður tann 4. mars.










