Hvønn týsdag veturin ígjøgnum hittast børnini, sum í mestan mun eru gentur, í missiónshúsinum á Strondum at evna ting, sum um várið verða seld á basarinum. Aftur í ár var nógv vakurt evnað og latið til basarin. Sum vanligt sang barnakórið og ein andakt varð hildin áðrenn hjólið varð sett í gongd.
Tað gekk óføra væl at selja seðlarnar, og tá avtornaði høvdu tey savnað næstan 60.000 krónur, sum fara til missiónsarbeiði í heidnum londum.