60.000 klipp i koyrikortið

Síðan skipanin í Danmark við at klippa í koyrikortið hjá bilførarum fyri ymisk lógarbrot í ferðsluni kom í gildi í september í fjør, er ferðin á vegunum minkað, men lógarbrotini eru framvegis nógv

60.000 klipp upp á 10 mánaðir  ella tað sum svarar til umleið 197 klipp hvønn dag, eru givin donskum bilførarum í tíðarkeiðnum frá 1. september 2005 til 30. juni 2006.  
Har afturat hava 109 bilførarar koyrt so skjótt, at teir máttu lata koyrikortið inn og lata bilin standa, til teir høvdu staðið nýggja  koyriroynd.
 
Tað eru sum oftast teir ungu bilførararnir sum mugu upp til nýggja koyriroynd. Hetta kemur fyri ein part av, at hjá teimum sum einans hava havt koyrikort í trý ár, skulu einans tvey klipp í koyrikortið fyri at bilførarin skal til nýggja koyriroynd, skrivar Jyllands-Posten.