60.000 flýdd

Seinastu fjúrtan dagarnar eru umleið 60.000 sivilfólk flýdd úr Demokratiska Lýðveldinum Kongo til grannalandið Uganda.

Uganda hevur havt hermenn í Kongo, men síðani stjórnin herfyri gjørdi av at taka hermenninar heimaftur, eru ymsir ættarbólkar í Kongo farnir at berjast ímóti hvør øðrum, sigur ugandiski verjumálaráðharrin. Tey 60.000 fólkini eru flýdd undan bardøgunum.

Ugandiski varaforsætisráðharrin, Moses Ali, sigur, at landið er ikki ført fyri at taka ímóti teimum nógvu flóttafólkunum, og hann hevur tí biðið umheimin um mat, tjøld og aðra neyðsynjarhjálp. Samstundis stúra myndugleikarnir fyri, at uppaftur fleiri fólk fara at flýggja inn um ugandiska markið.