Jólastøðgurin hevur verið langur, seinasta umfar í talvkappingini varð telvað 30. nov., tó so - tey flestu feløgini hava havt innanhýsiskappingar um jólini.
6. umfar í talvkappingini verður telvað í morgin.
1. deild:
Havnin2 - Havnin1
Sandavágur - Vestmanna
Klaksvík1 - Klaksvík2
Klaksvík1 liggur fremst við 13 stigum, Havnin1 nr. 2 við 12 stigum, Sandavágur nr. 3 við 11 stigum, Vestmanna nr. 4 við 9 stigum, Klaksvík2 nr. 5 við 8 stigum og Havnin2 liggur nr. 6 við 7 stigum.
2. deild:
Rókur - Toftir
Klaksvík - Sandavágur
Kollafjørður - Vestmanna
Sandavágur liggur nr. 1 við 13½ stigi, Toftir nr. 2 við 12½ stigi, Rókur og Vestmanna hava 9½ stig, Klaksvík nr. 5 við 9 stigum og aftast Kollafjørður við 2 stigum.
3. deild A:
Klaksvík - Skopun
Havnin - Vestmanna
Vestmanna hevur 12½ stig, Havnin 11½ stig, Skopun 8½ stig og Klaksvík 7½ stig.
3. deild B:
Havnin - Gøta
Rókur - Sandavágur
Havnin hevur 15 stig, Gøta 14 stig, Sandavágur 9½ stig og Rókur ½ stig.
Unglingarnir telvaðu 6. umfar 7. januar, teir telvað aftur 21. januar.
Í unglingadeildini liggur Klaksvík fremst við 14½ stigi, Havnin 11½ stig, Vestmanna 7 stig og aftast liggja Sandavágur og Rókur við 6½ stigi í part.