Frælsur ítróttur
Gull 0
Silvur 2
Bronsa 3
Hóast tað ikki gjørdist til nakað gullmerki, kláraði frælsi ítrótturin seg betur, enn hann plagar at gera. Bjørk Herup Olsen vann heiðursmerki í øllum sínum trimum kappingum, blaðungi Marnar Djurhuus vann eitt bronsumerki, og gjørdi Øssur D. Eiriksfoss eisini. Kappingin vísti, at tað eru talent á veg í frælsa ítróttinum og heldur menningin fram, kunnu tey vinna heiðursmerki av tí fínasta slagi í komandi leikum.
Flogbóltur
Gull 0
Silvur 0
Bronsa 0
Menninir kláraðu seg betur á hesum leikunum enn seinast, meðan kvinnurnar ikki megnaðu at verja gullmerki frá leikunum á Álandi. Hjá monnunum var Saaremaa í flokki fyri seg, meðan Føroyar fram til finaluna vístu seg sum eitt gott og sterkt lið. Hjá kvinnunum var tað eitt vónbrot, at Føroyar ikki vunnu gull, men í finaluni hevði Saaremaa munin, hóast fólk sótu eftir við kensluni, at Føroyar kundu havt vunnið kappingina.
Svimjing
Gull 15
Silvur 12
Bronsa 6
Svimjararnir vunnu ein stóran part av føroysku gullmerkjunum, men sum tosið var fyri leikirnar, høvdu nógv væntað enn fleiri gullmerki í teimum mongu svimjikappingunum. Men tað vísti seg, at serliga Guersney hevði tikið seg nógv fram, og tí fingu føroysku svimjararnir ikki so lætt spæl, sum fólk rundan um teir høvdu lagt upp til. Men 15 gullmerki var avgjørt eitt góðkent avrik í teimum tøttu og spennandi kappingunum.
Badminton
Gull 1
Silvur 1
Bronsa 1
Tað var eitt sindur av einum vónbroti, at Føroyar ikki spældu seg í hálvfinaluna í badminton, og tað var eisini spell, at sterki kvinnuligi spælarin Rannvá Carlsen fekk skaða og ikki fekk spælt ella spælt upp til sítt besta í kappingini. Men kappingin var bjargað við einum gullmerki hjá Niclasi Eysturoy og Akseli Poulsen, og harafturat fingu Føroyar eitt heiðursmerki úr silvuri og bronsu.
Borðtennis
Gull 0
Silvur 0
Bronsa 1
Borðtennisliðið stílaði eftir hálvfinaluplássi í liðkappingini, men endaði sum nummar 5. Tað var eitt vónbrot fyri spælararnar. Spælararnir kláraðu heldur ikki at gera seg galdandi í einsmansleikinum, og einasta heiðursmerkið kom í tvímansleikinum hjá kvinnum, har Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir vunnu bronsu.
Bogaskjóting
Gull 4
Silvur 3
Bronsa 4
Bogaskjúttarnir vunnu fýra gullmerki, men teir høvdu ætlað sær enn fleiri og vóru eisini um reppið at vinna nøkur afturat. Men í nøkrum kappingunum vóru marginalar ímóti, og tí endaði tað við fýra gullmerkjum. Tí úrslitinum kunnu bogaskjúttarnir liva við, men tað livdi ikki heilt upp til tað, sum tey høvdu vónað frammanundan.
Golf
Gull 0
Silvur 0
Bronsa 0
Føroysku golfspælararnir eru fittan tein frá at kunna gera seg galdandi í stríði um heiðursmerki á Oyggjaleikum, men Føroyar eru tó ikki veikasta oyggjalandið. Í liðkappingini hjá monnum gjørdust Føroyar nummar 14 av 18, meðan fremsti einstaklingurin hjá monnum var nummar 28 av 71 spælarum. Hjá kvinnum var einasti føroyski luttakarin nummar 27 av 44.
Súkkling
Gull 0
Silvur 0
Bronsa 0
Føroysku súkklufólkini komu ikki veruliga í nánd av heiðursmerkjum á hesum leikunum. Hvørki í einstaklinga- ella liðkappingum megnaðu Føroyar at verða millum tey fremstu. Á undanfarnum leikum er tað komið fyri, at Føroyar hava vunnið heiðursmerki, men Føroyar eru dragnaðar í kappingini við hinar oyggjarnar.
Skjóting
Gull 0
Silvur 0
Bronsa 0
Føroysku skjúttarnir raktu ikki so væl, at tað gav nakað heiðursmerki hesaferð. Í onkrum kappingum snoddaðu føroyskir skjúttar til heiðursmerkjapláss, men tað gjørdist ikki til nakað heiðursmerki hesaferð.