6 í rútara endurskoðast

Nýggja spælið hjá Sjónvarpinum hevur fingið munandi minni undirtøku enn ætlað var frammanundan, og tí verður skipanin við vinningunum í spælinum endurskoða, sigur Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í SvF. Spælið verður kortini ikki tikið av skránni

? Vit umhugsa í løtuni, hvussu vit skulu gera við »6 í rútara«, sigur Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í SvF.

Orsøkin til at SvF er farið at endurskoða nýggjasta spælið er heilt einfalt, at tað gevur ov lítið av sær.

Í fjør summar kom fram, at inntøkurnar hjá stovninum vóru nógv minni enn ætlað var frammanundan, og tí varð eitt nýtt spæl sett á skránna týsdag. Ætlanin var, at hetta skuldi vera eitt lætt og hugnaligt spæl, sum skuldi fáa føroyingar at spæla við og gita um hvør goymdi seg á skíggjanum.

Tað er eftir øllum at døma eydnast SvF at fáa fólka t gita, men tað er ikki eydnast teimum, at fáa fólk at gjalda fyri at spæla við.

? Tað er eingin ivi um at tað er stórur áhugi fyri spælinum, tí tað er stuttuligt at gita við, og tað er eingin treyt, at tú skalt hava ein seðil fyri at kunna gita við, sigur Gunnhild, sum staðfestir, at tað ikki er nóg áhugavert hjá fólki at spæla við.

Er orsøkin til ov lítla áhugan, at tað er ov lítið at vinna í »6 í rútara«?

? Tað er møguligt, men ein annar veruleiki er, at tað eru so nógv spøl á marknaðinum, sum vit skulu kappast við, og tíverri hevur tað ikki verið til okkara fyrimun, sigur Gunnhild.


Gekkur heldur stand

Sum kunnugt hevur SvF eisini Gekkin á skránni, og tí spurdu vit Gunnhild, um lítla undirtøkan eisini smittar yvir á Gekkin.

? Nei, tað ger hon ikki. Gekkurin hevur hildið stand í mun til tað sum vit hava mett hann til. Men tað eru eisini tvey heilt ymisk spøl.. Vinningarnir í Gekkinum eru nógv størri, og har er eisini ein trygd fyri, at hevur tú fult rað, so vinnur tú. Henda trygdin er ikki í »6 í rútara«, og tað er kanska ein av orsøkunum til, at undirtøkan er so nógv minni enn væntað. sigur Gunnhild.

Hon leggur kortini dent á, at tað ikki verður upp á tal í fyrsta umfari, at taka spælið av skránni.

? Nei, tað verður tað ikki, men at tað verður broytt, er ikki óhugsandi, sigur Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari at enda