- Nú eru tað seks ár síðani, at Apoteksverkið varð koyrt í eina politiska og bureaukratiska spennitroyggju, og hevur tað okkara ynski, at Apoteksverkið verður meiri dynamiskt. Men skipanin hevur forða fyri hesum, og har er tað serliga fíggjarligi parturin, sum hevur verið ein trupulleiki, segði Hans Pauli Strøm. Arbeiðsbólkurin eftirlýsti eisini í framløgu síni, at fíggjarlóggávan fyri Apoteksverkið og fíggjarliga skipanin av verkinum eru samsvarandi, tí í dag standa tær beinleiðis í andsøgn til hvørja aðra.
- Eg taki eisini fult undir við, at lógarbroytingar mugu gerast her og nú, segði Hans Pauli Strøm millum annað, tá hann fekk álitið handað.