6 prosent færri kvinnur valdar á ting

Valið í gjár var einki serligt fyri javnstøðuna á tingi, tí tað vóru bara valdar 8 kvinnur á ting.

Í tinginum, sum varð valt fyri fýra árum síðani, vóru 10 kvinnur valdar á ting. Harumframt komu fýra kvinnur inn á ting, tá landsstýrið varð skipað.

Verður ein borgarliga samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, so kunnu tvær ella tríggjar kvinnur afturat koma á ting, tá og um landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum verða valdi millum tingfólkini. Tí tá koma Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum. Fær Sambandsflokkurin fýra landsstýrisfólk, og øll verða vald úr tingmanningini, so verður eisini pláss fyri Eyðdis Hartmann Niclasen.

Í frávarandi løgtinginum var kvinnuumboðanin 30,3 prosent. Í nývalda tinginum er kvinnuumboðanin lækkað niður á 24,2 prosent.

 

Hesar kvinnur vórðu vald á ting á valinum í gjár:

 

C

Ingilín Didriksen Strøm

543

E

Sirið Stenberg

491

A

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

461

E

Bjørt Samuelsen

406

E

Kristina Háfoss

346

B

Rósa Samuelsen

314

E

Beinta Løwe

299

E

Hervør Pálsdóttir

289

 

Hesar kvinnur vórðu vald á ting á valinum fyri fýra árum síðani:

 

C

Sonja Jógvansdóttir

1.021

A

Annika Olsen

961

E

Sirið Stenberg

755

E

Kristina Háfoss

662

C

Eyðgunn Samuelsen

433

E

Annita á Fríðriksmørk

425

C

Rigmor Dam

396

E

Katrin Kallsberg

396

A

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

371

F

Hanna Jensen

201