Tað hevur ikki verið nakað dulsmál seinnu árini, at ovurhonds stóra skuldarbyrðan hevur verið nógv tann størsti kleppurin um beinini á Klaksvíkar Ítróttarfelag. Ein støða, sum eisini fyrr í ár fekk nevndina at siga, at nú mátti bera ella bresta við tí tilfeingi, sum var. Og um hetta ikki var nóg gott, so mátti felagið fara eina deild niður at spæla fótbólt.
Hetta seinasta kann sjálvandi framvegis gerast kaldi veruleikin, men tað stendur í øllum førum greitt, at fortreytirnar fyri at sleppa undan hesum batnaðu munandi týskvøldið.
Lánsveitarin
Tað varð ikki sagt nágreiniliga, hvussu nýggja konstruktiónin undir KÍ verður, og tað varð eisini viðgingið, at enn eru nakrir lutir, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn eykaaðalfundurin hjá felagnum skal taka støðu til pakkan. Men tað er eingin sum helst ivi um, at talan er um millióna-upphæddir, sum nú eru fingnar upp á pláss.
- Skuldin hjá KÍ er í dag um fimm mió kr. Soleiðis segði Guttorm Sørensen, sum er ábyrgdarmaður fyri fíggjarviðurskiftunum í KÍ. Og hann kundi eisini bera boð um, at hendan skuldin verður burturi við nýggju loysnini.
Samansetingin av loysnini er soleiðis, at eitt nýtt partafelag verður stovnað at taka sær av KÍ-Høllini. Hetta er nógv tað størsta aktivið, sum KÍ hevur, og hetta er eisini orsøkin til, at felagið hóast alt hevur havt positivan eginpening.
Nýggja felagið, P/F KÍ-Høllin, keypir snøgt sagt høllina frá KÍ, sum soleiðis fær realiserað hetta aktivið. Einki varð upplýst um ætlaða keypspeningin á tíðindafundinum, men høllin hevur havt eitt bókað virði um tær seks mió kr., og tí er væl hugsandi, at keypspeningurin fer at liggja um hesa upphædd. Tað samsvarar so eisini við orðini frá Guttorm Sørensen um, at KÍ við loysnini fær goldið alla sína skuld, umframt at felagið helst kemur at hava nakað av tøkum peningi.
Eigarar av P/F KÍ-høllin verða KÍ og Norðoya Sparikassi, og samstundis verður tað helst soleiðis, at tað verður Sparikassin, sum verður lánveitari til keypið av høllini. Á tann hátt líkist hetta partvíst eini sale and lease-back avtalu. Hetta skilt soleiðis, at tað í veruleikanum er Sparikassin, sum stendur aftan fyri keypið, men at parturin hjá Sparikassanum í størstan mun verður sum lánsveitari.
Garanturin
Samstundis skal lánið forrentast, og tað er her, at Klaksvíkar Kommuna kemur í myndina. Árliga leiguupphæddin, sum Kommunan letur fyri nýtslu av høllini, skal hækkast munandi. Úr 450.000 kr. upp í 760.000 kr. um árið.
Tað gevur so eisini rúm fyri, at nýggja partafelagið kann fáa ein sunnan rakstur, har ráð eru til bæði rentur og avdrøg, og har Kommunan á tann hátt yvir eitt longri áramál er fíggjarligi garanturin undir loysnini. Samstundis ger økta leigugjaldið tað framhaldandi møguligt hjá KÍ sum jú eisini fevnir um Stjørnuna at leiga seg inn í KÍ-høllina fyri sama lága tímaprís, sum tað áður hevur verið galdandi.
Samanlagt gevur tað so eina loysn, sum inniber, at KÍ sleppur at kalla snikkaleyst burtur úr tunga fíggjarliga brotasjógvinum, sum felgið hevur verið í seinnu árini. Og har felagið á ongan hátt kemur at merkja nakrar øktar fíggjarligar byrður, hóast talan nú verður um ein triðja part, sum kemur at standa fyri ogn og rakstri av KÍ-høllini. Og har høllin hartil ætlandi skal fáa eina tiltrongda høvuðsumvæling.
Sálarlig lyft
Og ikki minst, so kann hetta geva øllum felagnum eitt at kalla sálarligt lyft. At sponsorar og aðrir stuðlar nú vita, at peningurin ikki bara fer í eitt botnleyst hol, men heldur til at styrkja um felagið og úrslitini á vøllinum hjá bæði eldri og yngri, kann ikki annað enn skapa ein tiltrúgv um, at KÍ nú aftur verður ført fyri at standa seg í oddinum. Og júst tann tiltrúgvin er kanska týdningarmesti parturin í øllum tí, sum snýr seg um visión 2009 hjá KÍ.