6 milliónir amerikanarar hoyra føroysk poppløg

Føroyska tónleika-framleiðslufelagið Baroli Music er á breddanum í USA í hesum døgum. Nýggj sendirøð er júst byrjað á Disney Channel, og føroysku tónasmiðirnir hava gjørt eyðkennislagið. Seks milliónir fólk hyggja eftir sendirøðini, sum eitur "Liv & Maddie".

 

Eisini verður lagið "Future Sounds Like Us", sum Baroli hevur gjørt, brúkt í sambandi við eitt tema-vikuskifti hjá Disney Channel. Lýsingarbitar fyri tema-vikuskiftið verða vístir í heilum, og tá líða fleiri milliónir hyggjarar eisini á.

 

Bárður Haberg & Óli Jógvansson eiga Baroli Music.

 

Mynd: Disney