6 mánaðir handan rimar

Ein 37 ára gamal føroyskur maður varð mikudagin dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri keyp av rúsevnum

Maðurin játtaði seg sekan, men hann fer at hugsa seg um, áðrenn hann tekur við dóminum.
Maðurin varð dømdur fyri at hava keypt 860 gramm av hassji, 28 gramm av amfetamini og 20 gramm av kokaini. Hesin handil er farin fram yvir fleiri ár, og alt hevur verið til egið brúk.
Maðurin játtaði, at hann hevur keypt størsta partin av rúsevnunum frá einum manni, sum framvegis situr í varðhaldinum hjá løgregluni í stóra rúsevnismálinum.

Treytaður dómur
Ein 21 ára gamal maður varð eisini dømdur í Føroya Rætti mikudagin fyri brot á lógina um euforiserandi evni.
Maðurin fekk 74 dagar treytaða fongsulsrevsing. 60 dagar vóru fyri keyp av rúsevnum, og 14 dagar vóru fyri brot á ferðslulógina.
Hann er dømdur fyri at hava keypt 60 gramm av amfetamini, og hann seldi 20 gramm víðari við einum vinningi á 1.000 krónur. Eisini hevur hann keypt 15 ecstacy pillarar til sín sjálvs og vinir.
Lógarbrotini eru framd í Danmark, men av tí at talan er um eitt ájáttanarmál, kundi rættarfundurin vera í Føroyum.