Leygardagin 29. november skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til HM-kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015.
Úrslitið gjørdist at Dánjal Martin Hofgaard, Toni Dam, Ingibjørg Thomsen, Annetta C. Eidesgaard, Jón Nónklett og Rannva Lava Olsen skulu umboða Føroyar í Boston.
Í tíðindaskrivi greiðir Róðrarsamband Føroya frá, at tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur, høvdu boðað frá luttøku. Hesir vóru í aldrinum 15-55 ár. Úttøkukappingin bleiv hildin í frálíka venjingarhølinum hjá Havnar Róðrarfelag. Nakrir áskoðarar høvdu leitað sær oman í neystið at hyggja og heppa á rógvararnar. Tað sást á monnum og kvinnum, at stórur spenningur var um, hvussu mundi fara at gangast ymisku luttakarunum og hvør mundi fara at sleppa við til Boston.
Tá kappingin var liðug, settu umboð fyri nevndina í RSF seg saman at finna fram til, hvør skuldi sleppa við til Boston. Hetta var ikki bara sum at siga tað. Nevndin hevði gjørt av, at luttakararnir til Boston-túrin skuldu finnast út frá tíð, hvørja plasering tíðin hevði fingið til Boston 2014, hvussu nógvir luttakarar vóru í teimum ymisku bólkunum til Boston 2014 og hvussu nógv nevndin helt, at hvør luttakari kundi betrast til 1. mars 2015.
Nevndarlimirnir komu at enda til ta niðurstøðu, at senda hesi fólkini til Boston:
Dánjal Martin Hofgaard, Toni Dam, Ingibjørg Thomsen, Annetta C. Eidesgaard, Jón Nónklett og Rannva Lava Olsen.
Róðrarsamband Føroya skrivar eisini, at tíðin hjá Dánjal Martini Hofgaard til úttøkukappingina var nýtt føroyskt met í lættvektsbólkinum hjá monnum. Hjartaliga tillukku við tí.