Fyrstu seks mánaðirnar hava víst, at inntøkumetingarnar hjá Sands kommunu fyri árið koma at halda um gongdin frá fyrra hálvári heldur fram. Tá komu 6,5 mió kr inn í skatti Fyrstu seks mánaðirnir í ár hava víst, at inntøkumetingarnar hjá Sands kommunu fyri árið koma at halda, um gongdin frá fyrra hálvári heldur fram. Tá komu 6,5 mió krónur inn í skatti.
Tey høvdu annars væntað at fáa 6,36 mió krónur inn í skatti.
- Hetta eru umleið 285.000 krónur minni, enn fyri sama tíðarskeið undanfarna ár, verður sagt úr Sands kommunu.
Juli og august mánaður í ár benda kortini á, at úrslitið fyri árið verður nakað betri enn kommunan metti.
Annars gongur afturá við fólkatalinum heima á Sandi. Fyri einum ári síðani búðu 573 fólk her, men í summar var talið komið niður á 549.