6,5 mió. kr. í endurgjaldi fyri Nólsoyar Páll

Tað er nú greitt, at Landsstýrið fær keypspeningin av Nólsoyar Pálli aftur. Skipið verður nú helst selt sum gamalt jarn

Landsstýrið hevur nú fingið endurgjald fyri Nólsoyar Páll. Kravið frá Landsstýrinum til seljara og klassa var endurgjald fyri keypsprísin, sum var 6,5 mió. kr. Hetta hevur mótparturin nú góðtikið, og tískil fær Landsstýrið allan peningin fyri sjálvt keypið aftur.

Tað Landsstýrið hinvegin ikki fær aftur eru aðrar 6,5 mió. kr., sum Landsstýrið hevur nýtt uppá skipið. Hetta stavar mest frá umvælingararbeiði á skipinum. Skipið stendur sostatt í 13 milliónum ella tvífalt so nógvum peningi, sum tá ið tað var keypt.

Lagnan hjá hesum skipinum á føroyskum hondum sær kortini ikki út til at enda enn. Landsstýrið er enn eigari av Nólsoyar Páll, tí seljarin valdi ikki at krevja skipið aftur.

John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum væntar ikki, tað fer at loysa seg at umvæla skipið, og tí verður tað helst selt sum gamalt jarn. Har fer kanska tvey ára gamla søgan um Nólsoyar Páll at enda - í hvussu er tann nýggjaru útgávuna av henni.

Nýtt vaktarskip skal nú byggjast. Arbeitt verður nú við útbjóðingartilfarinum, og tað skal verða klárt um sjey vikur. Á fíggjarlógini eru/verða settar av tilsaman 63 mió. kr. til hetta endamálið. 17 mió. í ár og 23 mió. bæði næstu árini.