6,1 prosent færri ferðafólk

Fyrra hálvár í ár eru 85.945 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 6,1 prosent minni enn í fjør. Í juni mánaða hava tilsamans 20.349 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 1,8 prosent færri enn í juni í fjør, tá ferðafólkatalið var 20.731. Afturgongd hevur verið á Danmarkarleiðunum við 1,7 prosentum, meðan framgongd hevur verið á Noregsleiðunum við 11,4 prosentum, Íslandsleiðunum við 2,3 prosentum og Bretlandsleiðunum við 3,7 prosentum.

Fyrra hálvár í ár vóru tilsamans 85.945 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 6,1 prosent færri enn fyrra hálvár í fjør, tá talið var 91.542. Afturgongd hevur verið á Danmarkarleiðunum við 7,7 prosentum og Bretlandsleiðunum við 15,1 prosentum, meðan framgongd hevur verið á Noregsleiðunum við 57,3 prosentum. Á Íslandsleiðunum er ferðafólkatalið óbroytt í mun til fyrra hálvár í fjør.

Í juni mánaða komu og fóru 466 flogfør. Tað er 4,5 prosent færri enn í juni í fjør, tá 488 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrra hálvár í ár eru 2.118 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 3,6 prosent færri enn fyrra hálvár í fjør, tá 2.197 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrra hálvár í ár er samlaða farmamongdin flutt loftvegis um floghavnina minkað við 9,2 prosentum - úr 341,3 tonsum til 310 tons.