Sjálvt um upsaveiðan hevur verið lakari seinastu tíðina enn meginpartin av hesum árinum annars, hevur landingarmiðstøðin Kongshavn tó landað 6.000 fleiri í ár enn í fjør Tað er ikki vanligt, at tríggir teir fyrstu dagarnir í vikuni ganga, áðrenn nøkur landing er á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará. Men soleiðis hevur verið hesa vikuna.
Upsaveiðan, sum annars hevur verið rættiliga góð í ár, hevur verið lakari tað, ið farið er av heystinum.
Soleiðis var eisini í fjør heyst, men tá leið longur út, tók góði upsafiskiskapurin seg uppaftur.
Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará kunnu tey tó ikki lata illa at, tí samlaðu nøgdirnar, sum lagdar eru upp í ár, eru nógv størri enn undanfarin ár.
Hin 30. september í ár hevði landingarmiðstøðin landað tilsamans 32.177 tons, sum er sløk 6.000 tons fleiri enn somu tíð í fjør.
Fyrstu skipini, sum koma inn at landa hesa vikuna, eru partrolararnir Heykur og Falkur, sum væntandi landa í morgin.
Hesin túrurin hevur ikki roynst nakað serligur, og skipini hava umleið 150.000 pund inni, meginparturin upsi.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at onkur skip hava havt hampiliga góðan fiskiskap á Bill Baily-banka, men har er ikki pláss fyri meira enn umleið trimum pørum í senn.
Upsin, sum skipini fáa á Bill Baily, er stórur og góður.
Heykur og Falkur, sum landa í morgin, hava roynt innari á.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey Polarhav og Stjørnuna seinni í vikuni ella mánadagin.
Hetta er fyrsti upsatúrurin hjá leirvíkstrolarunum í heyst, síðan skipini løgdu um frá gulllaksi.
Ein orsøk til, at landaðu nøgdirnar eru so nógv øktar í ár er, at gulllaksaveiðan hevur verið so góð í vertíðini.