59 fólk deyð á Madagaskar

Ein melduródn rakti Madagaskar í síðstu viku, og 16.000 fólk noyddust at rýma úr húsi og heimi

 

Ein hervilig melduródn, rópt "Gezani", rakti Madagaskar í síðstu viku.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Fleiri fólk eru deyð í illveðrinum, og talið av deyðum hevur verið veksandi, síðan ódnin herjaði.

 

Í morgun verður sagt, at talið av staðfestum deyðum er komið uppí 56, men framvegis eru fólk saknað.

 

AFP-tíðindastovan veit at siga, at talið av saknaðum í minsta lagi er 10, kanska fleiri.

 

Lagt verður aftrat, at 16.000 fólk eru farin frá húsi og heimi undan ódnini, sum herjaði.

 

##med2##

 

Um Madagaskar, sum sæst her á kortinum, verður sagt, at oyggin er fyrrverandi franskt hjáland, men gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960.

 

Politisku viðurskiftini í landinum hava í fleiri ár verið óstøðug, og seinasta hernaðarkvettið í landinum var so seint sum í oktober í fjør.

 

Madagaskar telist millum heimsins størstu oyggjar, og her búgva fleiri enn 30 milliónir fólk.