59 ára gamli Gunnar Hjelm luttekur í DM í bodybulding

-Tað eru 34 ár síðani eg fyrstu ferð var við til DM í bodybulding.

59 ára gamli Vágbingurin Gunnar Hjelm, sum er búsitandi í Havn, luttekur í DM í bodybulding, ið ferð fram í døgunum 14. og 15. september í MCH Herning Kongrescenter.

 

Hetta skrivar Suðurrás í kvøld.

 

“Tað eru 34 ár síðani eg fyrstu ferð var við til DM í bodybulding”

 

Seinast “the grand old man” stóð á pallinum innan bodybuilding, var tá hann royndi seg til danska meistaraheitið fyri 13 árum síðan, í 2011, har tað eydnaðist honum at fáa eitt 2.pláss.

 

Í 2018 gjørdi Gunnar Hjelm eina roynd at luttaka til DM, men sum ikki eydnaðist av ymiskum orsøkum.

 

“Nú er tíðin komin til eg aftur vil royna meg, og sjálvt um árini eru blivin tey fleiri og kroppurin ikki er tann sami, sum tá ein var 25 ár, so ber væl til at seta sær nýggj og stór mál og røkka teimum.”

 

“Seinastu tíðina havi eg vant í New Fitness í Danmark, har eg venji tvær ferðir um dagin. Vónandi komi eg á pallin í besta Rocky stíli, og vísi mína allar bestu útgávu av mær sjálvum til DM tann 14. septembur 2024 í MCH Herning Kongrescenter.”

 

“Lívið er ikki liðugt, hóast eg fylli 60 ár í november. Vit hava øll okkurt at bjóða uppá og tað má aldrin vera ein spurningur um hvussu gamal ein er.

Viljin í hjartanum førur okkum altíð fram á leið til tað vit eru best til” sigur Gunnar at enda við www.sudurras.fo