58 ára gomul fekk tvíburðar

Tann 58 ára gamla Samira Elias fekk leygardagin tvíburðar, og hon er elsta svenska kvinnan, sum hevur átt barn.
Samira Elias og maðurin, sum bæði eru svensk, valdu, at hon skuldi eiga børnini í Ísrael, og leygardagin átti hon tvíburðarnar við keisaraskurði á sjúkrahúsinum í býnum Nahariya har norðuri í Ísrael. Annar tvíburðurin vigaði 2400 gram og hin 2200. Samira Elias eigur einki barn frammanundan. Hon gjørdist við barn eftir viðgerð á einum sjúkrahúsi á Kýpros.
Hóast hon er tann elsta svenska kvinnan, sum hevur átt barn, er hon ikki tann elsta í heiminum. Sambært metbókini hjá Guinness átti ein 63 ára gomul italsk kvinna ein son í 1994.