Í minsta lagi 58 fólk druknaðu, tá ein bátur við flóttafólki á veg til Evropa gekk burtur úti fyri turkisku vesturstrondini. Guvernørurin í Izmir-landspartinum sigur við fjølmiðlarnar, at umleið 40 fólk vórðu bjargað. Hann sigur eisini, at skiparin og ein hjálparmaður hansara eru tiknir.
Sambært sjónvarpinum NTV sigldi báturin á ein boða úti fyri Ahmetbeyli (myndin) nærhendis teimum griksku oyggjunum.
Turkisku myndugleikarnir hava ikki sagt, hvørjum landi flóttafólkini komu úr, men NTV sigur, at fólk úr Irak og Sýrialandi eru millum teirra, sum eru bjargað. Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong flóttafólk vóru í bátinum, tá hann fór á land.
Nógv flóttafólk royna at sleppa til evropeisk lond umvegis Turkaland.