Mánadagin byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági og komandi dagarnir fara umleið 575 leikarar at spæla fleiri enn 200 hondbóltsdystir til stóru hondbóltskappingina í Vági.
Faroe Islands Handball Cup 2021 byrjar tíðliga mánamorgun og merkir hetta eisini, at leikarar, venjarar og liðleiðarar – og ikki minst allir fjepparar, sum fylgja ymisku liðunum – koma suður til Vágs í dag, sunnudagin, antin nú stutt eftir døgurða ella í kvøld.
Innleiðandi umførini eru mánadagin og týsdagin og so er stóri finaludagurin mikudagin. Umframt hondbólt er eisini í samband við Faroe Islands Handball Cup hugni og undirhald fyri leikarar og venjarar. Hartil er Páls Høll opin, Parkour-høllini í Líðini er opin – og í Vági eru alskyns møguleikar til undirhald á fjørðinum, túrar burtur í haga, matstovur, kafeir og handlar hava opið og mangt annað.