Í fyrradagin var boðaði Vinnuhúsið frá, at almenna fyrisitingin, tvs landsfyrisitingin, var vaksin við 104 størvum pr. ár frá 1998 til 2002, við øðrum orðum í einum fimm ára skeiði. Áhugavert hevði verið at samanborið, hvat hetta svarar til í høvuðsvinnuni.
At tað eru 104 størv sett fyri hvørt árið, svarar hetta áleið, í einum fimm ára tíðarskeiðið, til talið á størvum í seks av størstu flakavirkjum.
Samanbera vit nýggju størvini í fyrisitingini við størv í fiskiflotanum, og býta tey eftir nøkunlunda stødd av veiðuflotanum, síggja vit at, um byrja verður í 1998, so svarar hetta til manning av fimm rækjutrolarum. Í 1999 manning av trimum flakatrolarum. Ár 2000 manning til 16 partrolarar. 2001 manning til sjey stállinuskip (kundi verði sama tal á djúpvatnstrolarum). 2002 heili 26 útróðrarskip av støddini millum 30 og 60 bruttotons. Samanlagt gevur hetta manningar til 57 skip.
ÁrManning til
19985 rækjutrolarar
19993 flakatrolarar
200016 partrolarar
20017 stállínuskip/djúpvatnstrolarar
200226 útróðrarskip 30-60 tons
Áhugavert hevði verið at vita, hvussu nógvar mió. talið av omanfyrinevndu skipum høvdu fiska fyri hvørt árið síðani 1998, men tað kann vendast aftur til seinni.
Man kann spyrja seg sjálvan um tænastan til borgaran er betra í tann mun, hesi 520 størv eru sett í fyrisitingini. Tað kann ikki verða nakar ivi, tá man hoyrir niðurstøðunar hjá løgtingsins umboðsmanni, yvir tænasturnar hjá fyrisitingini til borgararnar.
Eitt er at minnast til afturat, at hesi 520 nýggju størvini eru komin áðrenn nøkur yvirtøka er framd, so ein og hvør kann rokna út hvat talið verður um tað eydnast hjá teimum villastu yvirtøkufólkunum at fáa sítt ígjøgnum.