57 journalistar dripnir

Í ár eru tilsamans 57 journalistar í 25 ymiskum londum dripnir, meðan teir vóru til arbeiðis. Heili 1374 hava verið fyri harðskapi. Pakistan er vandamiklasta landið hjá journalistum at arbeiða í. Eftir Pakistan koma Meksiko og Irak.

Tilsamans 57 journalistar eru í ár dripnir, meðan teir hava gjørt sítt arbeiði.

Tað er felagsskapurin Journalistar uttan Landamørk, sum bera hesi tíðindi.

Hóast talið av dripnum journalistum er stórt í ár, er tað kortini minni enn í 2009, tá talið var heili 76.

Felagsskapurin sigur, at vandin hjá journalistum at arbeiða í krígsherjaðum økjum er minkaður, men kortini verða fleiri tiknir til gísla.

Í Pakistan eru tilsamans 11 journalistar dripnir í ár, og teir tilsamans 57, sum lógu eftir á í 2010, eru dripnir í tilsamans 25 ymiskum londum.

Sambært felagsskapinum Journalistar uttan Landamørk hava 1374 verið fyri harðskapi - og 535 eru handtiknir.