560 hermenn í ukrainsku tjóðarhirðuni eru dripnir

Bæði Ukraina og Russland hava hildið seg aftur við at uppgeva tøl, sum siga, hvussu nógvar hermenn londini higartil hava mist í krígnum.

Leiðarin fyri ukrainsku tjóðarhirðuni, Oleksij Nadtotsjyj, upplýsir í dag, at fleiri enn 560 hermenn í ukrainsku tjóðarhirðuni, sum fevnir um Azov-herdeildirnar, eru falnir í krígnum.

 

Tað var hin 24. februar í ár, at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Aftrat hesum stívliga 560, eru 1.697 hermenn úr tjóðarhirðuni særdir í krígnum. 

 

Bæði Ukraina og Russland hava hildið seg aftur við at uppgeva tøl, sum siga, hvussu nógvar hermenn londini higartil hava mist í krígnum, og hetta er galdandi fyri verjumálaráðini í báðum londunum.

 

Miðskeiðis í apríl segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina tilsamans hevur mist millum 2.500 og 3.000 hermenn, og at umleið 10.000 eru vorðnir særdir í krígnum.

 

- Tjóðarhirðin í Ukraina liggur undir ukrainska innanríkismálaráðnum, og her er talan um 60.000 hermenn. Ein partur av hesum hoyra undir heimaverjuna, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Í einum kríggi lata fólk lív, og higartil hevur russiska innrásin í Ukraina kostað nógv mannalív.