56 vilja vera virkisráðgevi hjá ALS

Ávísingin hjá Arbeiðsloysisskipanini skal hava virkisráðgeva, og tá freistin at søkja starvið var úti á middegi í dag, vóru ikki færri enn 56 umsóknir komnar.

 

Uppgávan hjá virkisráðgevanum verður at byggja brýr millum arbeiðsgevarar og fólk, sum leita sær arbeiði. Ráðgevin skal veita arbeiðsgevaranum ráð at finna tey røttu starvsfólkini og virka fyri, at arbeiðstøk koma aftur á arbeiðsmarknaðin.

 

Í arbeiðinum skal ráðgevin vitja og samskifta við føroyskar arbeiðsgevarar um, hvussu ALS best kann vera við at tryggja arbeiðsgevarum neyðuga arbeiðsmegi og neyðugar førleikar.

Tann, sum fær starvið sum virkisráðgevi hjá ALS, skal helst byrja sum skjótast, og starvið verður lønt sambært avtalu.