Fiskamarknaðurin seldi góð 56 tons í dag fyri góðar 800.000 krónur.
Mest var av longu, eini 16 tons, og meginparturin var stødd II og III. Longa II fór fyri 11,25 krónur og longa III fyri 9,96 krónur í meðal fyri kilo.
Umleið 13 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 13,98 krónur, toskur III fyri 13,38 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 11,34 krónur fyri kilo.
Góð átta tons vóru av kongafiski, tað mesta stødd II og III, og meðalprísurin var ávikavist 12,77 krónur og 11,09 krónur fyri kilo. Níggju tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 25,50 krónur fyri kilo.