56 handtikin og 10 særd í Póllandi

Løgreglan mátti nýta táragas, vatnkanónir og skjóta við gummikúlum fyri at skilja russisk og polsk viðhaldsfólk undan dystinum teirra millum í kvøld. Russar masjeraðu ígjøgnum Warsawa fyri at hátíðarhalda russiska tjóðardagin.

 

Ófriður og harðskapur hevur herjað fyrr í kvøld í polska høvðisstaðnum, Warsawa. Fleiri túsund russar masjeraðu gjøgnum Warsawa fyri at hátíðarhalda russiska tjóðardagin. Tað fall ikki í góða jørð hjá póllendingum, sum byrjaðu at tveita ymsikt eftir teimum masjearndi russunum.

 

Tað endaði við fleiri samanbrestum, sum eru væl dokumenteraði á bæði myndum og sjónbandamyndum, ið eru at síggja kring allan heimin nú.

 

Polska løgreglan hevur handtikið 56 fólk í samband við ófriðin, og mett verður at tað talið fer at økjast í næstum. Tíggju fólk eru særd og russiskir diplomatar kanna í løtuni um tað er nakað hald í eini leysasøgu um at ein russiskur viðhaldsmaður hevur latið lív í samanbrestunum, skrivar millum annað BBC.