56 fólk lótu lív í herviligum eldi í Vietnam

Íbúðarbygningurin er í 10 hæddum, og vietnamnesiska kringvarpið veit at siga, at her búðu 150 fólk.

Í minsta lagi 56 fólk lótu lív, tá eldur kom í ein íbúðarbygning í vietnamnesiska høvuðsstaðnum, Hanoi, síðstu nátt.

 

Vietnamnesiska kringvarpið VTV veit at siga, at eldurin kyknað í parkeringskjallaranum, sum hoyrir til íbúðarbygningin.

 

Tíðindastovan AFP sigur frá vitnum á staðnum, at tey sóu eitt barn verða kastað út gjøgnum eitt vindeyga.

 

Íbúðarbygningurin er í 10 hæddum, og vietnamnesiska kringvarpið veit at siga, at her búðu 150 fólk.