550 spælarar í KÍ høllini

Ein rúgva av bæði yngri og eldri fótbóltsspælarum dystast millum jól og nýggjár í Klaksvík

Leygardagin vóru tað teir yngstu fótbóltsspælararnir. Sunnudagin var fyrst fótbóltskapping millum sjómenn, og so vóru tað U-16 og U-18 deildirnar, sum kappaðust. Christian í Grótinum vann kappingina millum sjómenninar, eitt lið við KÍ spælarum vann U-16 kappingina, og eitt lið við spælarum úr NSÍ vann U-18 kappingina.

Mánadagin er opin kapping. Tá verður lagt fyri klokkan 15, og finalan verður klokkan 19.30 mánakvøldið. Til kappingina í morgin hava 20 lið meldað til. Samlaða talið á liðum, sum hesar tríggjar dagarnar dystast í KÍ høllini, er 110, og harvið liggur samlaða talið av fótbóltsspælarum um 550.

Nógv tey flestu liðini, sum skulu spæla mánadagin, eru mannað við spælarum úr Norðoyggjum, og restin av liðunum er úr Eysturoy. Undan farnu árini hava fleiri lið verið úr høvuðsstaðnum, men soleiðis er ikki hesa ferð. Kanska kemst hetta av, at fótbóltsfelagið Giza leygardagin skipaði fyri kapping í høvuðsstaðnum, verður sagt úr Klaksvík.

Tað er ein bólkur í sambandi við fjepparafelagið hjá KÍ, Bláu bylgjuna, sum hevur ábyrgdina av kappingunum í KÍ høllini.

Treytirnar fyri luttøku í opnu kappingini mánadagin eru, at bara tveir av fimm spælarum kunnu hava spælt í bestu og næstbestu deildini í 2013. Sagt verður, at tey flestu liðini, sum fara at spæla mándagin, hava gjørt nyttu av møguleikanum at hava tveir spælarar á liðnum, sum síðsta kappingarár spældu í bestu ella næstbestu deildini.

Leygardagin vóru luttakararnir úr Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Vágum og kanska onkur aftrat eisini. Millum áskoðararnar vóru nógvir pápar og eisini onkrar mammur, sum stuðlaðu sínum alvum, sum drivu á inni á vøllinum.