Tað vóru bæði eldri og yngri fólk, sum luttóku. Summi gingu, og nøkur trillaðu. Veðrið var av tí allarfagrasta, tá ið startskotið fór. Seinni legðist eitt sindur av mjørka tó yvir Gundadal. Men huglagið var gott, og fólk vóru í góðum lag, tá ið tey komu yvir mállinjuna aftanfyri skýlið vestanfyri.
Robert Wilhelmsen er formaður í rennifelagnum Bragdið, sum skipaði fyri heilsurenningini í Havn. Hann er sera væl nøgdur við tiltakið:
- 700 fólk høvdu teknað seg, og 550 gjøgnumførdu renningina. Tað gekk fyrimyndarliga væl. Vit ætlaðu at byrja rættstundis, men vit fingu eina ávaring um ein ferðslupropp við rundkoyringina við høllina á Hálsi. Tí varð starturin nakrar minuttir seinkaður, sigur Robert.
Nógvir vaktir støðu á teininum og gjørdu bilførararnar varugar við, at ein renning fór fram. Eisini vísti vaktirnir rennarunum, hvønn veg teir skuldu renna.
- Uttan alt tað sjálvbodna arbeiðið, kundu vit ikki skipað fyri einum slíkum tiltakið. Tað vóru limir í Bragdinum og teirra avvarandi, sum stóðu vakt.
Robert vísir á, at ætlanin við einum slíkum tiltaki er at gera fólk meira tilvitað um teirra heilsu.
- Tað var stórur áhugi fyri at máta blóðtrýst og feittinnihald. Ein slíkur dagur skal vera til hugna. Renningin er ikki ein kapping, men kanska kann hon fáa onkrar til at umskipa lívið og gerast meira sunnur. Heilsurenningin setir heilsuna í hásæti, og boðskapurin er, at tað er týdningarmikið at røra seg. Vónandi fer hetta at føra við sær, at fleiri lata bilin standa og í staðin røra seg meira, sigur Robert Vilhelmsen.
Í gjár var fólkaheilsurenning í Runavík, har ið 197 fólk luttóku.









