55 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár fór talið av koronutilburðum niður í helt í mun til talið fyrradagin

Í gjár vóru 55 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

3664 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 755 smittað, og sjey eru innløgd við koronu í Føroyum.

 

Samlaða talið av smittaðum er rætta við 1, orsaka av eini skrivivillu í gjár.