Hvørji jól, síðan Bókadeild Føroya Lærarfelags varð sett á stovn, er Mín jólabók komin út.? Í alt er talan um 55 útgávur.
Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon eisini broytt munandi.
Í ár kunnu børnini gleða seg til eina snotuliga og bók, nú ein kann hátíðarhalda 55 ár við Mínari jólabók.
Í meiri enn eina hálva øld hevur Mín jólabók verið við til at mynda jólini í nógvum heimum í Føroyum. Í nógv ár var hon ein lítil bók við søgum, sálmum og yrkingum, men í 2004 broytti hon fullkomiliga ham og er í dag ein snotilig bók sett upp sum kalendarabók við adventssøgu, nýskrivaðum søgum, vøkrum tekningum og yrkingum umframt ítrivi at gera til jóla.
Fyri sjey árum síðani varð avgjørt at skipa innihaldi í 24 partar, gera ítrivssíðir og eina adventssøgu.
Teir 24 partarnir í bókini gera hana til eitt gott alternativ til pakkakalendaran, tí hvat er ein betur gáva enn ein hugnalig løta saman við einari góðari søgu, stuttligum uppgávum at loysa ella spennandi ítrivi?
Bókin í ár er eins og undanfarin ár á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum og yrkingum, og spennandi, hugnaligum ítrivi at gera til jólar. Í fjør var undirtøkan so stór, at bókin varð útseld longu tíðliga í desember.