Nú skúlu vit ikki skíra nakran fyri lygnara, men tá býarmyndugleikar okkara royna at gera so lítið av, sum gjørligt, tá teir verða spurdir um parkeringsmøguleikarnir ikki verða skerdir í sambandi við skoytubreytina á Skálatrøð, so kunnu vit fyri ein ordans skuld siga, at 55 parkeringspláss verða rakt beinleiðis av tjaldinum.
Um so nøkur fara afturat, so er skjótt, at talið fer upp um 60.
Tað er fínt, at kommunan setur upp skoytubreytina, tað er slett ikki tað. Men sigið heldur, sum er um talið av parkeringsplássum, tí tað fara altso 55 parkeringspláss »til spillis« av hesum tiltaki.