5,5 milliardir upp á spælarar

Premier League: Flytingarvindeygað er latið

Flytingarvindeygað er latið aftur og fyribils samanteljingin hjá Sky Sports sigur, at tað eru brúkar 5,5 milliardir krónur upp á spælarar í Premier League í summar.

 

Spanska Real Madrid setti nýtt heimsmet, tá teir keyptu Gareth Bale fyri 750 milliónir krónur frá Tottenham. Premier League feløgini settu eisini met, tí ongantíð hava so nógvir pengar verið brúktir í einum flytingarvindeygað, sum í summar.

 

Yvirlit yvir øll skiftini sæst við at trýsta HER!

 

Samanlagt hava tey tjúgu feløgini brúk ikki færri enn 5.454 milliónir krónur, ella gott og væl 5,5 milliardir krónur. Dýrasta keypið gjørdi Arsenal, tá teir í kvøld keyptu Mesut Özil frá Real Madrid fyri 370 milliónir krónur.

 

Manchester City var felagið, sum brúkti flestar pengar. Samanlagt brúktu teir 865 milliónir krónur upp á Fernandinho, Stevan Jovetic, Alvaro Negredo, Jesus Navas og Martin Demichelis.

 

Stoke City er felagið, sum hevur brúk minst av pengum. Teir hava “bara” brúkt 50 milliónir krónur.

 

Flytingarvindeygað er nú latið aftur.