55.000 søktu 380 størv

Tað stóð ikki á hjá svensku IKEA-handilsketuni at fáa nóg mikið av starvsfólki til tann nýggja handilin, sum fyritøkan fer at lata upp í spanska býnum Barcelona.

Handilin lýsti eftir 380 starvsfólkum, men tá umsóknarfreirtin var farin, høvdu ikki færri enn 55.252 fólk søkt. Svenska TV2 sigur, at IKEA lýsti størvini leys tann 4. juni, og at seinasti dagur at søkja var tann 30. juni.

Spania er tað ES-landið, sum er meinast rakt av arbeiðsloysi. Sambært hagstovuni hjá ES er arbeiðsloysið oman fyri 24 prosent.