Í kistuni á hesi myndini lá drápsmaðurin hjá John F. Kennedy, Lee Harvey Oswald, jarðaður fram til 1981, tá hann varð grivin uppaftur og jarðaður av nýggjum. Nú er kistan seld á uppboði í Los Angeles fyri 540.000 krónur.
Lee Harvey Oswald skeyt og drap John F. Kennedy i Dallas hin 22. november 1963. Tvey dagar seinni varð Lee Harvey Oswald sjálvur skotin og dripin.
Líkið av Oswald varð grivið uppaftur í 1981, eftir at kona hansara vildi hava staðfest, um tað veruliga var maðurin, sum lá í kistuni.
Seinni varð líkið jarðað av nýggjum á sama kirkjugarði í Texas.
Eydnusami eigarin av kistuni hjá Lee Harvey Oswald hevur sambært BBC enn ikki úttalað seg alment um keypið.










