54 vilja lesa sjúkrarøktarfrøði

Setrið blandaði seg eitt sindur upp í plakatvalstríðið hjá politisku flokkunum og royndi at dyrgja eftir at fáa umsóknir til vetrarupptøkuna í sjúkrarøktarfrøði.

Tá umsóknarfreistin var úti 1. desember, hevði Lestrarskrivstovan fingið 54 umsóknir.

 

Sama tal í fjør var 64.

 

Í ár søktu 24 gjøgnum kvotu 1 og 30 gjøgnum kvotu 2.

 

25 umsøkjarar hava nú fingið tilboð um lestrarpláss, og tey hava freist til 2. januar at taka av.

 

Lestrarbyrjan er mánadagin 30. januar 2023.