Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum verða kravdar 54 milliónir krónur inn í kirkjuskatti komandi fíggjarár.
Grundarlagið undir kirkjuskattinum er løgtingslóg nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar. Kirkjuskatturin er býttur í tvey: ein landskirkjuskatt, ið hægst kann vera 0,65 prosent av skattskyldugu inntøkuni, og ein staðbundnan kirkjuskatt, ið hægst kann vera 0,3 prosent av skattskyldugu inntøkuni.
Landskirkjuskatturin er 0,6 prosent, meðan staðbundni kirkjuskatturin er milum 0,0 prosent og 0,3 prosent, alt eftir kirkjusóknum. Tilsamans er kirkjuskatturin millum 0,6-0,9 prosent av skattskyldugu inntøkuni, alt eftir støddini á staðbundna kirkjuskattinum.
Í 2015 var kirkjuskatturin 45,3 milliónir krónur. Kirkjuskatturin verður mettur til 52 milliónir krónur í 2016, og roknað verður við 54 milliónir krónur í 2017.










