Fleiri sendiharrar úr Afrika boða nú ST frá, at 54 afrikonsk lond krevja, at forsetin í USA, Donald Trump, kemur við umbering fyri niðrandi og rasistiskar viðmerkingar um fleiri lond í Afrika. Tað sigur tíðindastovan AFP.
Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at Trump - undir samráðingum við kongresslimir um integratiónsnýskipan - hevur kallað fleiri lond í Afrika, umframt Haiti, fyri lortalond.
Tá forsetin skilti, at nýskipanin eisini skal fevna um fólk úr Haiti, spurdi hann, hví hann skuldi loyva fólki úr "shithole countries" inn í landið. Hann endurtók orðingina, tá samrøðan seinni snýði seg um lond í Afrika, siga fleiri miðlar.
Sjálvur sigur Donald Trump, at hann ikki hevur brúkt orðingina "lortalond".
Afrikonsku sendiharrarnir siga við ST, at teir eru stúra fyri vaksandi rákinum frá amerikonsku fyrisitingini, sum áhaldandi niðurger Afrika og menniskju úr Afrika.
/ritzau/