Í september í 2000 samdust heimsins leiðarar um at fara undir eitt veruligt átak, sum skuldi gera livikorini javnari kring heimin, men sambært einari nýggjari uppgerð er langt eftir á mál, og nógvastaðni hevur gongdin verið tann øvugta av tí, sum ætlað varð.
Eitt av málunum, sum leiðararnir settu sær, var, at í 2015 skal talið á teimum, sum hava minni enn ein dollara at liva fyri um dagin, vera helmingin av tí, sum tað var í 1990. Nýggja uppgerðin vísir, at tað ber til at røkka hesum málinum, men at tað kemst fyrst og fremst av búskaparframgond í heimsins fólkaríkastu londum, Kina og India.
Í nítiárunum eydnaðist tað kinesisku myndugleikunum at lyfta 150 milliónir fólk burtur úr fátækradømi, men samstundis eru livilíkindini í Kina vorðin sera ymisk. Uppgerðin sigur, at í Shanghai eru livilíkindini á sama stigi sum í Portugal, men úti á bygd líkjast tey mest viðurskiftunum í teimum fátækastu londunum í Afrika.
JUúst har, í londunum sunnan fyri Sahara, er bardagin ímóti fátækradøminum steðgaður upp, og tey, sum hava gjørt uppgerðina, siga, at við verandi gongd verður málið, sum skuldi røkkast í 2015, ikki rokkið fyrr enn í 2147.
Omar Norman, sum er varastjóri á menningardeildini hjá ST, og sum hevur verið við tilat gera uppgerðina, stúrir eisini fyri gongdini í Mið- og Eysturevropa. Hann sigur, at lond sum Ukraina, Moldova og Tadjikistan hava havt búskaparliga afturgongd seinastu árini og eru í dag í tí fátækasta bólkinum.










