Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Í morgun kunnar landslæknin um, at 144 føroyingar eru smittaðir. Tað eru fýra fleiri enn í gjár.
507 eru í sóttarhaldi.
3120 føroyingar eru kannaðir fyri smittu.
Tveir føroyingar eru innlagdir.