Tað nógva vatnið hevur noytt fimm milliónir fólk til at flýggja frá húsi og heimi. Nú kavin bráðnar í Himmalaya-fjøllunum, eru áirnar í Bangladesh farnar langt upp um bakkarnar, og mitt í landinum og har norðuri standa stór øki undir í vatni.
Myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at higartil hava 54 fólk latið lív í vatnflóðini.
Talsmaðurin hjá stjórnini segði, at 5,6 mió. fólk eru flýdd undan vatninum. Av teimum hava umleið 160.000 fingið skjól í almennum bygningum.