Fiskamarknaður Føroya seldi góð 53 tons fyrrapartin í dag. Góð 23 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 17,24 krónur í meðal fyri kilo, og meðalprísurin fyri tosk III var 15,22 krónur.
Knappliga níggju tons vóru av hýsu. Tann størra helvtin var hýsa II, sum fór fyri 10,57 krónur í meðal fyri kilo. Sjey tons av hvítingi fingu meðalprísin 7,74 krónur, og góð tvey tons av havtasku fóru fyri knappar 26 krónur í meðal fyri kilo.
Tey 53 tonsini, sum vóru á uppboðnum fyrrapartin, vórðu seld fyri knappar 700.000 krónur.